Tveir føroyingar til para-badmintonkapping

Á fyrsta sinni luttaka føroyingar í altjóða Para-Badminton kapping.

 

Tað eru Vilhelm Clementsen (19 ár) og Eydna Mouritsen (13 ár) ið skulu kappast í Spanish Para-badminton International, ið verður á Mallorca sætta til ellinta mars.

 

Parasport Føroyar hevur í eitt gott ár samstarvað við Havnar badmintonfelag og Badmintonsambandið um felags para-badminton venjingar, og verður nú ein roynd gjørd at luttaka í kapping.

 

Samstarvið kom í lag tá Havnar Badmintonfelag fekk nýggjan venjara úr Portugal, Paulo Pinheira, ið hevur drúgvar royndir og stóran áhuga fyri para-badminton.

 

Umframt felagsvenjingarnar venur Vilhelm Clementsen vanliga í Havnar Badmintonfelag og Eydna Mouritsen venur í Miðvágs Badmintonfelag.

 

Endamálið við ferðini er at geva luttakarunum royndir á altjóða støði, og at fáa luttakararnar flokkaðar, soleiðis at staðfestast kann hvønn bólk tey hoyra til.

 

Sjálv kappingin byrjar 8. mars, og finalurnar vera 11. mars.