Tveir føroyingar forvinna 4 milliónir eftir skatt

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya av fátækaváða og inntøkubýti vísir, at 13 føroyingar høvdu í 2015 eina ársløn, sum var omanfyri 4 milliónir krónur.

Hjá tveimum av hesum persónum var árslønin so høg, at teir høvdu meira enn 4 milliónir krónur eftir, tá ið skattur var goldin.

Sambært yvirlitinum hjá Hagstovuni høvdu 186 persónar í Føroyum í 2015 eina tøka inntøku (tað er inntøkan eftir skatt), sum var omanfyri 1 millón krónur. Tað vóru 151 persónar fleiri enn í 2013.