Í dag vóru fýra dystir leiktir í teimum fremstu hondbóltsdeildunum.
Í FTZ-deildini vann VÍF 36-35 á StÍF í høllini á Skála. Í steðginum var StÍF á odda 16-15. Mladen í VÍF-málinum bjargaði nøkrum brotskøstum, og tað hjálpti VÍF væl til sigurs. Filip Jotic skoraði ikki færri enn 15 mál fyri VÍF í dag, Julian Olsen skoraði 12 mál. Sveinur Justinussen var toppskjútti hjá StÍF við átta málum. Djóni Petersen og Allan Norðberg skutu seks mál hvør.
Í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík kom Team Klaksvík á sigurskós aftur, tá teir vunnu 26-25 á KÍF. Í steðginum var Team Klaksvík á odda 15-13. Ludvík Súnason gjørdist toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum. Sámal á Tjaldrafløtti skoraði sjey mál. Magnus Müller gjørdist toppskjútti hjá KÍF við sjey málum. Rúni Joensen skoraði seks mál.
Støðan:
Í hvonndeildini vóru sigrarnir væl greiðari. Á Skála vann VÍF 27-17 á StÍF. Í steðginum var VÍF á odda 18-8. Heidi Maria Akselsen, Agnas Olsen, Marianna Holm Jacobsen, og Durita C. Jotic skutu fýra mál hvør fyri VÍF. Erla Petersen var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum. Karina B. Høgnesen skoraði fýra mál.
Suðuri í Vági vann heimaliðið, VB tryggan 29-19 sigur á Stjørnuni. Í steðginum var VB á odda 14-9. Toppskjútti hjá VB var Agnas Fallesen við sjey málum. Bára K. Mortensen skoraði fimm mál. Toppskjútti hjá Stjørnuni vóru Mina Sirdal og Jansy Jacobsen við fýra málum hvør.
Støðan: