Tveir danskir kavarar horvnir í Noregi

Norsku bjargingarmyndugleikarnir leita eftir tveimum donskum kavarum, einum manni og einari kvinnu, sum ikki eru komnir afturíaftur eina kavaraferð í Korsvikfjorden nærhendis Kristiansand í dag.

Andreas Bull á bjargingarmiðstøðini fyri Suðurnoreg segði við fjølmiðlarnar fyrr í kvøld, at hava tey bæði ikki bjargað sær upp á land onkunstaðni, er eingin vóm um at finna tey aftur á lívi.

Teir báðir kavararnir vóru farnir niður til vrakið av týska skipinum Seattle, sum sakk inni á Korsvikfjorden undir seinna heimsbardaga. Tá tey ikki komu uppaftur til ta ásettu tíðina, vórðu myndugleikarnir varskógvaðir, og teir hava leitað síðani, men til fánýtis.

Tey bæði, sum vóru úr kavarafelagnum Nautica í Århus, eru í 40´árunum, og bæði vóru royndir kavarar.