Tveir danir saknaðir á Sri Lanka eftir bumbuálop

Trý donsk børn doyðu í bumbuálopunum í Sri Lanka. Nú verður boðað frá, at tveir danir eru saknaðir.

Tveir danskir ríkisborgarar eru saknaðir á Sri Lanka eftir bumbuálopið sunnudagin. Tað váttar danski sendiharrin í India, Peter Taksøe-Jensen, fyri Ritzau.
Teir báðir danirnir hava srilandskan uppruna.
Tað er ein avvarðandi til donsku ríkisborgararnar, sum hevur meldað teir saknaðar, eftir at viðkomandi ikki hevur finigð samband við teir.
Sambært upplýsingum frá Peter Taksøe-Jensen er teir báðir danirnir tó helst á lívi. Tað er við at vera kannað nærri.
Trý donsk børn doyðu í sambandi við álopið.
Tjóðartingsformaðurin á Sri Lanka, Lakshman Kiriella, sigur, at 60 persónar nú eru handtiknir í sambandi við bumbuálopini sunnudagin, sum higartil hava kostað 359 fólkum lívið.
Hann leggur afturat, at roknað verður við eini 100 handtøkum

/ritzau/