Tað sæst, um vit brúka valúrslitið frá seinasta løgtingsvalið sum grundarlag.
Á býráðsfundi í gjár viðgjørdi Tórshavnar býráð eitt uppskot frá Annfinni Brekkstein um at hækka talið av býráðslimum frá 13 til 15.
Lesið eisini: Vil hava fleiri býráðslimir í Havn
Tað er ein sera einfaldur háttur, ið verður nýttur til at rokna út, hvussu nógvar býráðslimir hvør flokkur fær. Atkvøðutalið hjá hvørjum flokki sær verður bara býtt við fyrist 2, 3, 4, 5 og 6 - um neyðugt enn meira. Síðani fella býráðslimirnir til 13 tey størstu tølini.
Á seinasta býráðsvali í Havn gav tað Fólkaflokkinum 2 umboð, Sambandsflokkinum 1 umboð, Javnaðarflokkinum 6 umboð, Tjóðveldi 3 umboð og Framsókn 1 umboð.
Um vit skuldu funnið 2 býráðslimir afturat, so fekk Javnaðarflokkurin nummar 14 og Sambandsflokkurin nummar 15. Tað hevði givið sitandi býráðssamgongu, Javnaðarflokkurin (7) og Sambandsflokkurin (2) tilsamans 9 býráðslimir og andstøðuni, Fólkaflokkinum (2), Tjóðveldi (3) og Framsókn (1), 6 býráðslimir.
##med2##
##med3##
##med4##