Í gjár tók løgreglan tveir bilførarar og hevur illgruna um, at teir hava koyrt við kenning. Í tí eina førinum var ein bilur á veg úr Eysturoyartunlinum við munnan á Toftum, men hann kláraði ikki svingið í rundkoyringini á Rókini, og rendi á. Løgreglan sigur, at bilurin varð vrak. Tveir mans vóru í bilinum og illgruni er um, at bilførarin hevði kenning og tí er blóðroynd tikin av honum. Hin maðurin var førdur á skaðastovuna til kanningar.
Í hinum føri ringdu fólk til løgregluna um, at ein maður, sum stóð á einum heldur fjarskotnum plássi á Skálafjørðinum, var illa fyri og hevði brúk fyri hjálp. Tá ið løgregla, og fólk annars, komu honum til hjálpar, fingu tey illgruna um, at tað, sum í roynd og veru feilti honum, var, at hann hevði kenning. Bilurin hjá honum stóð beint við, so nú hevur løgreglan tikið blóðroynd av honum og hevur skuldsett hann fyri rúsdrekkakoyring.
Annars var eisini eitt ferðsluóhapp á Marknagilsvegnum í Havn, har ein bilur rendi á ein kantstein. Bilurin punkteraði, og fekk ikki koyrt.