Á Fuglafjarðavegnum vórðu fimm førarar skrivaðir í bókina hjá løgregluni. Tveir fingu treytaða frádøming av koyrikortinum, tí teir koyrdu ávikavist 116 og 123 km um tíman. Tríggir aðrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra 106, 107 og 108 km um tíman.
Løgreglan kannaði eisini ferðina við Gøtugjógv í gjárkvøldið. Har vórðu fýra mál. Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið og ein treytaða frá døming av koyrikortinum.











