Aftur í nátt var løgreglan var løgreglan á ferð við radaranum at máta, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Í hesum sambandi stóðu tey eina góða løtu í Norðskálatunlinum og Millum Fjarða, og úrslitið varð, at tveir bilførarar vórðu tiknir. Teir koyrdu ávikavist 107 og 108 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, so teir fáa báðir klipp í koyrikortið.
Í nátt steðgaði løgreglan eisini einum manna á skutara og av tí, at illgruni er um, at hann hevði hægri promillum í blóðinum enn gott er, varð blóðroynd tikin av manninum.










