Tveir býráðslimir manglaðu í

Skal tað skerast heilt út í papp, vóru tað tveir býráðslimir í Vági, sum torpederaðu ætlanina hjá landsstýrinum at byggja skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági

Skúladepil og røktarheim

Nú er ivingarsamt, hvørja lagnu ætlanin hjá landsstýrinum um at byggja ein skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági, fær.
Landsstýrið vildi hava kommunurnar at siga sína hugsan um málið, áðrenn farið var víðari.
landsstýrið vildi hava at vita, um kommunurnar í Suðuroy tóku undir við ætlanini so at greiða fekst á um hetta er nakað hjálandsstýrinum at arbeiða víðari við.
Upprunaliga hevur verið ætlanin at byggja heilsuskúla á Tvøroyri og miðnámsskúla í Vági. Men fyri at rationaliserað byggingina og raksturin, hevur landsstýrið skotið upp at byggja báðar skúlarnar í ein depil í Hovi. Fyri at grundstykkið, sum er grivið út fyri skúlanum í Vági, ikki skal fara fyri skeyti, skjýtur landsstýrið upp at byggja røktarheim á stykkinum ístaðin.
Umframt at gera bygging og rakstur bíligari upp á seg, heldur landsstýrið at ein skúladepil í Hovi kundi verið við til a samansjóða oynna. Samstundis er stórt trot á røktarheimi og somuleiðis kundi hetta skapt nógv arbeiði í byggivinnuni. Hetta hevði eisini skapt nógv almenn arbeiðspláss í Suðuroy, serliga konufólkastørv, sum serliga stórt trot er á.
Nú hava so allar kommunurnar svarað landsstýrinum.
Av teimum sjey kommununum í oynni, eru tær seks til reiðar at tosa við landsstýrið um ætlanina.
Men ætlanin fekk eitt skot fyri bógvin, tá ið málið var til viðgerðar í Vágs Býráði týskvøldið, tí har samtykti ein meiriluti uppá seks av teimum níggju býráðslimunum, at halda fast um upprunaligu ætlanina at byggja skúlan í Vági. Vágbingar vilja tó fegnir tosa við við landsstýrið um at byggja røktarheim í Suðuroy.
Tað merkir, at talan var um ein meiriluta uppá tveir býráðslimir, sum feldu uppskotið um at tosa við landsstýrið.
Her skal tó skoytast uppí at í Sumba var tann eini bygdaráðslimurin eisini fyri at halda fast um upprunaligu ætlanina at byggja skúlan í Vági, men hinir fýra vóru fyri at tosa við landsstýrið.
Í Suðuroy eru tilsamans 43 bý- og bygdaráðslimir og av teimum eru tað so tveir býráðslimir í Vági, sum hava havt avgerðandi orðið at siga- í hvussu so er fyribils, tí nú er spurningurin, hvørja støðu, Landsstýrið kemur til.
Men soleiðis er fólkaræðið. Býráðið umboðar Vágs Kommunu og ein meiriluti er ein meiriluti, hvussu lítil hann so er.....