Tað er 3-0 undan fyrsta bríksli í Klaksvík, har Bodø/Glimt er gestur. Fyrsta bríksl verður nú klokkan 18, og tað eru av fagrastu líkindum at spæla fótbólt í Klaksvík í kvøld. Áhugin er stórur, og tað er útselt. Talan er bara um sitipláss, og tað vil siga, at tey, sum plaga at standa aftanfyri vestara enda, eru ikki har í kvøld.
Hjá KÍ er tað merkisvert, at tveir av teimum, sum seinnu árini hava verið fastir menn á liðnum, í kvøld eru á beinkinum. Tað eru miðverjin Odmar Færø, sum hevur verið skaddur í økslini. Hann er komin fyri seg og hevur síðstu dagarnar vant við fullari ferð. Í kvøld hava teir tó valt at spara hann, tí KÍ skal longu í næstu viku spæla aftur í Europa – í Champions Legaue ella Europa Conference League.
Hin lyklaspælarin á beinkinum er Árni Frederiksberg, sum eisini var á beinkinum í Bodø, tá ið hann varð settur inn í seinna hálvleiki.
KÍ - Bodø/Glimt kl. 18.00
Dómarabólkur úr Rumenia: Horatiu Fesnic, Valentin Avram, Alexandru Cere og Andrei Chivulete (4. dómari)
KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen, Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Claes Philip Kronberg, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Géza Dávid Turi, Dmytro Lytvyn, Árni Frederiksberg, Jóannes K. Danielsen, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Odmar Færø, Anders Sølvsten Holvad
Venjari: Mikkjal K. Thomassen (leikbannaður í kvøld)
Hjálparvenjarar: Sjúrður Jacobsen, Agnar Prestá
Bodø/Glimt: Haikin - Sampsted, Amundsen, Høibråten, Wembangomo - Vetlesen, Hagen, Saltnes - Koomson, Boniface, Mvuka.