Nú nærkast, at Marine Harvest fer undir sína royndaraling á Sandsvág. Marine Harvest eru spentir upp á uppgávuna, men ásanna, at fortreytirnar á Sandsvág eru verri enn aðrastaðni. Aldan er høg og náttúran meiri harðbalin enn á vardu firðunum, sigur felagið.
Nú byrja fyrstu teknini eisini at síggjast á Sandsvág. Seinastu dagarnir hava mans arbeitt á havnaøkinum og gjørt nótir klárar og nú er fyrsti ringurin eisini komin á vágna. Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi sigur, at í fyrsta umfari er talan um at leggja tveir ringar á vágna.
- Tvinnir menn á Sandi hava higartil fingiđ fast arbeiđiđ í alingini, vónandi verđa teir fleiri, tá rættulig gongd kemur á. Vinnulig arbeiđspláss eru ein fyritreyt fyri trivnađi og framburđi í eini oyggj, skrivar Brandur Sandoy, sum er sera spentur upp á at skula fylgja, hvussu tað fer at eydnast Marine Harvest á Sandsvág.