Annar av útvarpsvertunum, ið gjørdu telefonballadu, tá Kate Middleton var innløgd, og ein sjúkrarøktarfrøðingur tók sítt egna lív, er nú aftur at hoyra í australskum útvarpi.
Michael Christian bleiv uppsagdur av australsku útvarpsstøðini 2DAY FM, eftir at tað kom fram, at ein sjúkrarøktarfrøðingur gjørdi sjálvmorð orsakað av telefonballaduni. Sjúkrarøktarfrøðinurin tók telefonina á sjúkrahúsinum, har Kate Middleton var innløgd, tá Michael og Mel Graig ringdu og lótust at vera frá bretska kongshúsinum.
Michael Christian hevði fyrr í vikuni morgunsendingina á FOX FM. Rásin hevur sama eigara sum 2DAYFM, har telefonballadan var at hoyra á í desember mánaði í fjørð. Sostatt var hetta fyrstu ferð til bar aftur at hoyra røddina á Michael Christian, síðani gølan var.
Hvussu verður við hinum vertinum, Mel Graig, er framvegis ógreitt. Arbeiðsgevarin Southern Cross Austereo sigur bara, at tey síggja fram til at hoyra hana í útvarpi aftur, tá hon er til reiðar til tað.










