Útvarpsstøð í Onglandi áhugað í Faroe5

Unga poppstjørnan í Faroe5, Ragnhild Dam, avdúkaði fyri løtu síðan í sendingini Hvonn Live á Rás2, at ein útvarpsstøð í Onglandi hevur sett seg í samband við tær.

Útvarpsstøðin hevur biðið um at fáa nøkur løg sendandi, og Faroe5 eru farnar í holt við at taka nøkur nýggj løg upp. Hetta er uttan iva eitt stórt lop hjá unga føroyska gentubólkinum.

Ragnhild Dam greiddi annars frá lívinum sum ung poppstjørna í Føroyum.

- Tað fer við nógvari tíð, og krevur nógva venjing, so mann hevur ikki so góða tíð til vinirnar. Men tað er tað, sum skal til, greiðir Ragnhild Dam frá.

Hon greiðir eisini frá, at tá hon er á palli, so er tað nakað við at fara frá sær sjálvari og bara vera Ragnhild.

- Nervarnir verða vekk, og tað er ikki tann sama Ragnhild, sum tú møtir á gøtuni, greiðir Ragnhild frá.

Hon greiddi eisini frá, at hon javnan verður kend aftur á gøtuni, men at tað er ikki sum um at hon noyðist at ganga við sólbrillum, og at tað er als ikki nakað negativt.

Framtíðin hjá gentubólkinum er enn bjørt sum nakrantíð, hóast bólkurin skjótt hevur tvey ár á baki. Serliga spennandi verður at vita, hvussu tað fer at eydnast við at sleppa út um landoddarnar við tónleiki teirra.