Í Bulgaria er ein kendur útvarpsmaður funnin myrdur í miðbýnum í høvuðsstaðnum Sofia. Tann 30 ára gamli Bobi Tsankov hevði fleiri útvarpssendingar um mafiavirksemið í Bulgaria, og hann hevur eisini skrivað bøkur um evnið.
Myndugleikarnir siga, at ókendir menn skutu Bobi Tsankov, og at tveir lívverjar, sum fylgdust við honum, vórðu særdir.
Hetta er ikki tað fyrsta morðið, sum bulgarska mafian er løgd undir at hava framt, men tað er ógvuliga sjáldan, at nakar verður dømdur. Tað hevur fingið ES at finnast hvassliga at bulgarska dómsvaldinum, skrivar Reuters.