MEST hevur undirskrivað sáttmála við Bakkafrost um bygging av teimum tvíkiljum afturat. Alt arbeiðið verður gjørt í Føroyum
Eftir at hava bygt tvær tvíkiljur seinastu mánaðirnar á Skipasmiðjuni hjá MEST í Havn er sáttmáli í dag undirskrivaður um at byggja tvær tvíkiljur afturat til Bakkafrost.
MEST hevur seinastu mánaðirnar staðið fyri bygging av tveimum tvíkiljum til Bakkafrost. Tann eina varð latin í februar og tann seinna verður latin nú um miðjan mars. Alt arbeiði er gjørt í Føroyum – eisini skrokkurin. Báðar tvíkiljurnar eru latnar til avtalaða tíð og góðsku.
– Tann nýggja tvíkiljan, Miðvík, hevur roynst væl og hevur ligið serliga væl í sjónum – eisini í vánaligum veðri, sigur Jón Purkhús, deildarleiðari fyri aliøkið Norður hjá Bakkafrost.
Tær nýggju tvíkiljurnar, sum verða nýbygningur 111 og 112 á MEST, eru ávikavist 15 metrar long og 7 metrar breið og 14 metrar long og 6 metrar breið. Tær verða útgjørdar við MELCAL kranum og ávikavist 450 og 370 HK høvuðsmoturum, einum 70 kW hjálpimotori og ávikavist 15 og 10 tons deksspølum. Tvíkiljurnar verða útgjørdar við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.
– Aftaná at hava bygt tvær tvíkiljur seinastu mánaðirnar eru vit sera fegin um at fáa møguleikan at byggja tvíkiljur afturat. Hetta er sera umráðandi fyri føroyskt handverk og er við til at styrkja um førleikar okkara innan økið, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.