Í løtuni sita tvær miljónir italienarar í sóttarhaldi, og í landinum stúra tey fyri, at fleiri miljónir aftrat kunnu enda í sóttarhaldi vegna covid-19.
Nú heita heilsuserfrøðingar á myndugleikarnar um at linka reglurnar fyri sóttarhaldi. Um hetta ikki letur seg gera, er vandi fyri, at alt samfelagið steðgar upp.
Eins og í fleiri øðrum londum, er koronusmittan í Italia nógv økt, tó at landið hevur harðar reglur fyri sóttarhaldi.
Stutt fyri jól setti stjórnin í Italia í verk krav um masku í høvuðsstaðnum, Rom og í allari Lazio-regiónini.
Tað er omikron-frábrigdið, sum spjaðir seg skjótt í Italia, har vandi er fyri, at fleiri miljónir fara at enda í sóttarhaldi.
Reglurnar eru í løtuni, at fóllk, sum hava verið í nærsambandi við smittað, skulu í sóttarhald í sjey dagar - eisini, um tey eru koppsett.
Fyri fólk, sum bert hava fingið eina koppseting, er kravið um sóttarhald 10 dagar.
Sambært Reuters halda fleiri heilsustarvsfólk, at reglurnar eru ov harðar, og tí heita tey á stjórnina um at linka reglurnar um sóttarhald.
Í miðal hevur ein persónur 10 nærsambond. Tað merkir við teimum smittutølum, sum Italia í løtuni dregist við, at ein miljón italienarar kunnu gerast smittaðir við covid-19 eftir bert tveimum vikum.
Hetta merkir so aftur, at 5-10 miljónir fólk kunnu verða send í sóttarhald eftir ongari tíð, og tað megnar italska samfelagið ikki.












