Í februar í 2017 fekk KOKS sína fyrstu Michelinstjørnu. Tað vóru stórtíðindi, tá hetta frættist tann 22. februar í 2017, at KOKS hevði megnað tað ómøguliga: At fáa eina Michelin-stjørnu.
KOKS er tann einasta føroyska matstovan, sum hevur fingið slíkan heiður.
Á hátíðarhaldi í Keypmannahavn fyri einum ári síðani var greitt, at KOKS varðveitti stjørnuna, sum matstovan fekk í Stokkhólmi í 2017.
Á hátíðarhaldi í Århus í kvøld 18. februar 2019 fekk Koks tvær Michelinstjørnur.
Tað ber í mesta lagi til at fáa tríggjar Michelin-stjørnur. Ein matstova í danska kongaríkinum hevur tríggjar stjørnur. Tað er Geranium í Keypmannahavn. Fýra matstovur í Danmark hava tvær Michelinstjørnur – og ein í Føroyum.
Um Michelinstjørnur:
* Ein stjørna: matstova, sum er góð innan sína flokking
** Tvær stjørnur: matstova, sum er verd ein umveg fyri at finna
*** Tríggjar stjørnur: matstova, ið er so mikið góð, at hon er verd at ferðast fyri
Dulnevndir matummælarar eta á matstovunum og gera eina heildarmeting. Endamálið við dulnevninum er, at ummælararnir skulu fáa somu viðferð sum aðrir gestir.
Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, er 28 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Havn.
Hann byrjaði í kokkayrkinum fyri 11 árum síðani, tá hann fór í læru á matstovuni Gourmet hjá Leif Sørensen. Tá Gourmet varð stongd, fór hann eins og flestu starvsfólkini á matstovuni á Hotel Føroyar at arbeiða.
Poul Andrias Ziska byrjaði í kokkalæru á KOKS, tá matstovan læt upp í 2011. Trý ár seinni tók hann við sum høvuðskokkur á víðagitnu matstovuni.
Fyrraárið varð Poul Andrias Ziska kosin til ársins kokkaprofil 2017. Den Danske Spiseguide valdi unga kokkin til ársins profil.
Poul Andrias fekk eisini ein annan stóran heiður fyrraárið, tá White Guide valdi hann til ársins unga kokkatalent í Danmark.
Í kvøld vann hann heiðurin hjá Michelin sum ársins ungi kokkur – umframt tvær Michelinstjørnur til Koks.
TRÝST HERhttp://www.in.fo/uploads/tx_news/koks_tema.pdf fyri at síggjatema, sum var í Sosialinum 24. februar í 2017, eftir at Koks hevði vunnið fyrstu Michelsenstjørnuna










