– Eg skal vegna Andrias veita eina serliga tøkk til tvær akurkir, Jan Berg Jørgensen og Jákup Veyhe, sum kveiktu ein neista í einum ungum dreingi fyri skjótt nógvum árum síðani.
Tað segði Hilmar Høgenni, ið sum ein stoltur pápi saman við mammuni og bróðurinum tók ímóti Geytavirðislønini, sum Andrias Høgenni fekk í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið fyri filmin Stina Karina.
– Hesin heiður fer heilt víst at geva honum áræði tiltað, sum hann brennur fyri, nevniliga at siga søgur við myndum, segði Hilmar Høgenni.
Hann greiddi frá, at Andrias gjørdi hendan stutta filmin í sambandi við, at hann gongur á Suðer 16 filmsskúlanum í Keypmannahavn.
– Andrias ynskir eisini at takka teimum báðum sjónleikarunum, Marionnu Hansen og Guðrun Dahl Andreasen – og eisini fotografinum, Jacob Skovgaard Thøgersen.
– Og ein serlig tøkk til tvær agurkir, Jan Berg Jørgensen og Jákup Veyhe, sum kveiktu ein neista í einum ungum dreingi fyri skjótt nógvum árum síðani. Hesin neisti er í dag ein eldhugi hjá einum ungum manni, sum brennur fyri at gera film, segði Hilmar Høgenni millum annað í takkarrøðuni, sum hann helt vegna sonin, sum ikki fekk verið til staðar í Norðurlandahúsinum, tí hann er staddur í Keypmannahavn.