Danska TV2 hevur lagt fleiri av mistøkunum og óhappunum, sum vertirnir á sjónvarpsrásini hava gjørt og verið úti fyri í ár, á heimasíðu sína. Hetta tí, at tey ynskja at brúkararnir skulu atkvøða um ársins stuttligastu hending.
Fjølmiðlar gera ofta mistøk. Ikki minst, tá sent verður beinleiðis. Við at trýsta her kemur tú beinleiðis inn á síðuna hjá TV2, har tað ber til at síggja øll brotini og eisini atkvøða.