Jan Mortensen
-----------
Dimma gjørdi fríggjadagin tað beistagerð at seta ein óhepnan mann í gapistokkin.
Talan var ikki um ein hópdrápsmann, heldur ikki ein narkosmuglara. Talan var um ein mann, sum hevði drukkið og gjørdist ólátaður í einum flogfari. Talan er als ikki um atburð, sum eg vil forsvara, men gapistokkin sum revsingarhátt fóru vit í vesturheiminum burtur frá í fyrru helvt av 1800-talinum.
Vit síggja dagliga, at einstaklingasøgur gerast forsíðusøgur í føroysku bløðunum. Hetta er helst í einari desperatari roynd hjá miðlum, ið hava minni og minni áhuga millum manna, at fáa sølutøluni at hækka. At persónar tilvitað velja at gerast forsíðustoff, undrar neyvan í einari tíð, har nógv ikki kenna seg livandi, um tey ikki dagliga varpa seg sjálvan út á Facebook ella tilsvarandi miðlum. Hetta er tó eitt tilvitað valg. Eitt annað er, tá óhepnir borgarar enda við mynd á forsíðuni og verða viðgjørdir uttan menniskjanslig atlit.
Politikarar ella leiðarar hava valt eitt starv sum inniber, at teir kunnu enda í miðlunum. Hetta er partur av teirra ábyrgd. Í Føroyum er vandin fyri hesum tó ikki stórur, tí journalistikkur sum fer í dýbdina er ikki vanligur. Hópin av søgum, sum av røttum áttu at verið á breddanum, koma tí ongantíð fram. Tað er ein stórur veikleiki í okkara samfelag.
Hinvegin hevur eitt jaligt fyribrygdi í føroyska samfelagnum higartil verið, at fólk sum av einhvørjari orsøk koma illa fyri, nærum altíð fáa ein møguleika at reisa seg aftur. Um ein persónur einaferð hevur framt eina býtta ella kriminella gerð, kann viðkomandi gerast ein vælvirkandi og virðismikil samfelagsborgari. Hetta eru fleiri dømir um.
Vanligi borgarin skal ikki straffast við almennari úthonging. Tað er bæði óvirðiligt og óetiskt. Væntar leiðslan á Dimmu at slík skriving møguliga fer at bjarga blaðnum frá blaðdeyðanum?
Leiðslan á Dimmu negldi sjálv enn ein nagla afturat í líkkistu sína fríggjadagin. Og er hetta journalistiska kósin, verður tað ikki eg sum gráti, tá kistan fer í jørðina.










