Útvísingar ímóti dystarenda kostaðu KÍF dýrt

(Rás2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Jóan Paula Olsen, venjara hjá KÍF, aftaná 24-27 (14-14) tapið ímóti VÍF í Vestmanna

VÍF vann slagið um Norðurstreymoy í høllini í Vestmanna, tá vestmenningar vunnu 27-24 (14-14) á KÍF í dysti í FTZ-deildini.

 

Venjarin hjá KÍF iðrar seg um tær triggjar útvísingarnar kollfirðingar fingu ta seinastu løtuna av dystinum.

 

Jóan Pauli Olsen heldur, at júst hesar tríggjar útvísingarnar punkteraðu møguleikanum hjá KÍF at fáa stig við sær til Kollafjarðar aftur.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við Jóan Paula Olsen aftaná dystin í Vestmanna.

 

Úrslitini í FTZ-deildini í dag:

 

 

Kyndil-H71 25-13 (14-7)

Neistin-Team Klaksvík 26-23 (13-11)

VÍF-KÍF 27-24 (14-14)

 

 

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN153893365324
 H7115384375921
 KYNDIL143473331415
 VÍF133863741214
 TEAM KLAKSVÍK15353387-3412
 STÍF14370396-267
 KÍF14349377-287