Standurin í Suðuroynni er ikki góður. Sløkkiliðsfólkini á Tvøroyri hava verið boðsend sjey ferðir í dag.
Tekjur eru loysnaðar, rútar farnir ígjøgnum og aðrir smá skaðar hava verið.
Í skrivandi stund er upp í 45 m/s í Suðuroynni, sambært veðurmátingunum hjá Landsverk.
Sløkkiliðsfólk á Tvøroyri siga, at tey hava verið boðsend at kalla allan dagin. Júst nú varð ein tekja í vanda, og eftir tað høvdu sløkkiliðsfólkini helst ein lítlan steðg - uttan so, at okkurt annað hendir.