Tvøroyri kontra Farum

Hví samanlíkna Tvøroyri við Farum, sum fór fallitt á ein so syrgiligan hátt og borgarstjórin í fongsul

Jú, tí býráðið á Tvøroyri hevur ætlanir um at gera tað sama sum býráðið í Farum gjørdi. Kommunan ætlar at byggja fyri 150 milliónir krónur, selja tað til pf. Fastogn og leiga tað aftur frá pf. Fastogn, so at vit, okkara børn og barnabørn eru bundin til at gjalda milliónir í leigu um árið.

 

Skuldin goldin um 85 ár

Ætlanin er at byggja dubultsporaðan skúla til 480 børn, fótbóltsvøll og svimjihøll í Trongisvági fyri minst 150 milliónir krónur. Hervið vil skuldin, sum í dag er 65 milliónir krónur, indirektað økjast til 215 milliónir krónur, og tað hevði við verandi niðurgjalding av skuld, sum er 2,5 milliónir um árið, tikið 85 ár at goldið aftur.

Rokningin frá Århuus arkitektum til hetta uppskotið er 600.000 krónur.

 

Planurin

Tað má verða ein væltilrattaløgd ætlan aftan fyri eitt so stórt prosjekt, sum Tvøroyrar kommuna ongantíð hevði klárað at goldið aftur einsamøll. Tað er nærliggjandi at hugsa, at býráðið hevur ætlað, at tá ið øll Suðuroyggin er løgd saman til eina kommunu, so koma allir borgarar í oynni at gjalda fyri prosjektið í Trongisvági.

Tí kann eisini spyrjast, um Tvøroyrar býráð hevur kunnað hinar kommunurnar um prosjektið, spurt um samstarv og ætlanir hjá teimum?

 

Álit

Á almennum fundi í Vági nevndi borgarstjórin har, at hon manglaði álit, á hvønn, kom ikki ordiliga fram.

Varaborgarstjórin á Tvøroyri gekk hundrað prosent inn fyri samanlegging av øllum kommunum í Suðuroy, og tað skilur man væl, tá ið omanfyri nevnda prosjekt er í umbúna á Tvøroyri.

Tað er í fínasti lagi at roynt verður at betra um umstøðurnar á Tvøroyri, men ikki við at koyra okkum á ørmundarhús aftur.