Fólkatalið á Tvøroyri gongur aftur rætta vegin.
- Fyri einum ári síðan vóru 1717 borgarar í Tvøroyrar kommunu, og í dag eru vit 1750. Hetta er ein vøkstur á 1,9 prosent.
Í Tvøroyrar kommunu fegnast tey um nýggjastu tølini hjá Landsfólkayvirlitinum. Tey vísa eisini á, at vanliga minkar fólkatalið nakað móti ársenda, men higartil er hetta ikki hent.
- Taka vit fólkatalið frá 1. januar 2020, so síggja tølini enn betri út, tí tá vóru vit 1710 borgarar . Tískil eru vit nú 40 fleiri síðan ársbyrjan.
Í Tvøroyrar kommunu fegnast tey eisini um, at fleiri barnafamiljur eru fluttar til býin.
- Her eru 136 børn í aldrinum 0-6 ár í mun til 121 sama tíðarskeið í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur á heili 12 prosent.
Lagt verður aftrat, at tá barnatalið er so nógv økt eftir so stuttari tíð, fara bæði barnagarðar og skúlar at merkja hetta í komandi tíð.