Tvøroyrar Kommuna hevur ikki rætt til at krevja havnargjald fyri at lata Smyril sleppa at sigla inn og út eftir Trongisvágsfirði.
Tað hevur Eystari Landsrættur staðfest í morgun.
Annars gav Føroyra Rættur kommununi viðhald, men Strandferðslan skeyt dómin inn fyri landsrættin.
Landsrætturin staðfestir, at Tvøroyrar Kommuna hevur rætt at krevja havnargjald frá skipum, sum sigla eftir fjørðinum.
Men hetta er ikki galdandi fyri Smyril, tí í verklagslógini um havnina á Krambatanga stendur, Tvøroyrar Kommuna skuldi fáa endurgjald fyri, at siglingin á havnina í Drelnes, sum er kommunuhavn, varð niðurløgd.
Í hesum sambandi hevur Tvøroyrar Kommuna fingið einar 3,5 milliónir í endurgjaldi.
Tí heldur landsrætturin, at í sambandi við Smyril er rætturin hjá Tvøroyrar Kommunu at krevja endurgjald, burturdottin.
Hendan sannroynd verður ikki broytt av, at Tórshavnar Havn hevur veitt Smyrli ymsar tænastur.
Umframt at Tvøroyrar Kommuna hevur tapt málið, skal kommunan rinda 247.100 krónur í sakarmálskostnaði.










