Tvøroyrar kommuna og vinnulívi

Finnleif Guttesen
býráðslimur og valevni


Nógv er sagt um Tvøroyrar kommunu, og hvussu hon hevur stuðla vinnulívi í farnum tíðum.
Tað er ikki bert skuld komin burturúr, at kommunan hevur stuðla vinnu-lívinum á Tvøroyri, tað mugu vit øll viðurkenna.
Vit kunnu øll verða bakklóg og siga, at hatta og hatta var høpisleyst at stuðla, men vóru orsøkirnar til stuðulin, at varðveita arbeiðspláss og ikki kenningarpolitikkur, so er væl ikki so nógv at finnast at, og vónandi hevur man lært av feilunum.
Kommunan kann stuðla
Nú tíðirnar sýnast at blíva eitt sindur verri, kann kommunan eisini stuðla uppá ymiskan máta, t.d:

?Sum nú í summar, har ungfólk fingu eitt sindur av arbeiði hjá kommununi.
?Kommunan kann seta kommunalt arbeiði íverk t.d.uppá kloakkir, drekkivatn, skúlar,vegir, útstykkingar o.a.
?Kommunan kann seta leigugjaldið niður uppá kommunal grundøkir og bátahyljapláss.
?Kommunan er ikki noydd til, at hækka barnaansingargjaldið, tað kann standa í stað og enntá lækka.
?Kommunan kann gera bátahyl eystanfyri nýggju samferðsluhavnina og vinnuøki klár.
?osv

Hetta kemur sjálvsagt at kosta, men tað gevur arbeiði og harvið skattainn-tøkur, so í síðsta enda kann tað enntá geva vinning í kommunukassan.