1.mai í ár eru 100 ár liðin síðani Tvøroyrar Kirkja varð vígd. Í tí sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í fýra dagar. Fyrireikingarnar til tey ymsu tiltøkini eru so smátt byrjaði, men greitt er longu at nakað verður fyri allar aldursbólkar, skrivar Suðurrás.
1. mai, sum er sjálvur føðingardagin, verður byrjað við Gudstænastu í Tvøroyrar Kirkju kl. 11. Kl. 13.30 verður døgurði fyri innbodnum, og kl. 18.00 verður borðhald við smyrjibreyði og øðrum góðum í ítróttarhøllini í Trongisvági, har øll eru hjartaliga vælkomin. Hornorkestrið, sangkór og onnur fara at luttaka um kvøldið.
Arbeiðið uppá Tvøroyrar kirkju byrjaði í februar mánaði í 1905, og ikki fyrrenn Kristi Himmalsferðardag trý ár seinni varð hon tikin í nýtslu.










