Tvøroyrar Býráð krevur 10 milliónir

Býráðið hevur uppgivið at fáa avtalu við landsstýrið um havnargjald fyri Smyril, so nú verður stevnt eftir gjaldinum fleiri ár aftur í tíðina


Nú hevur Tvøroyrar Býráð uppgivið at fáa avtalu við landsstýrið um at Smyril skal betala havnargjald fyri at sigla inn á Trongisvágsfjørð.

Men býráðið hevur alt annað enn uppgivið at fáa peningin.

Tí hevur býráðið nú samtykt at stevna eftir pengunum.

Nú fer býráðið sostatt at tosa við sakføraranum um, hvagar stevningin skal sendast, um tað verður Strandferðslan, sum verður stevnd, ella um tað verður landsstýrið ella bæði.

Men tað er eisini greitt, at býráðið fer at krevja havnargjald fleiri ár aftur í tíðina heilt aftur til 2005, tá ið nýggi Smyril varð settur í sigling.

Og tilsamans er kravið yvir 10 milliónir krónur.

Sum tað sæst í grein á síðu sjey, hevur hendan ósemjan um Smyril ført við sær, at býráðslimirnir á Tvøroyri í fyrstu syftu fingu bót, men nú er so bótin strikað aftur.


Roynt í fleiri ár

Líka síðani nýggi Smyril kom, hevur Tvøroyrar Býráð tvíhildið um, at tað hevur rætt til at krevja havnargjald frá skipinum.

Men tað hevur landsstýrið ongantíð viðurkent.

Býráðið hevur roynt at fáa avtalu við skiftandi landsstýrisfólk á økinum um havnargjald, men tað hevur ongantíð eydnast.

Nú er Strandferðslan flutt undir vinnumálaráðið og býráðið hevur eisini roynt at fáa avtalu við Johan Dahl, landsstýrismann.

Men nú hevur landsstýrismaðurin endaliga boðað býráðnum frá, at Vinnumálaráðið metir ikki, at Tvøroyrar Býráð hevur rætt til havnargjald fyri Smyril.

Vinnumálaráðið vísir til, at tað er landið, sum hevur bygt samferðsluhavnina á Krambatanga og sum skal røkja hana.

Vinnumálaráðið staðfestir, at tá ið havnin á Krambatanga varð gjørd, varð upplýst í viðmerkingunum til lógina, at talan er um eina landshavn. Upplýst varð eisini, at hetta fór at hava fíggjarligar avleiðingar fyri Tvøroyrar Kommunu, tí hon missir havnargjaldið við tað, at siglingin á kommunalu havnina á Drelnesi verður niðurløgd.

Sostatt kann landið ikki rinda havnargjald fyri Smyril, fyrrenn Løgtingið hevur samtykt eina nýggja lóg um hetta, staðfestir Johan Dahl.


Vevja tvey hugtøk saman

Men Tvøroyrar Býráð staðfestir, at Vinnumálaráðið hevur vavt tvey hugtøk saman í ein greyt.

Hann sigur, at bryggjugjald og havnargjald eru hvør sítt.

- Bryggjugjald verður kravt fyri at leggja at bryggju, men vit ætla ikki at krevja bryggjugjald fyri Smyril fyri at brúka havnarlagið á Krambatanga, staðfestir Kristin Michelsen, borgarstjóri.

Hinvegin tvíheldur hann um, at øll skip hava skyldu at betala havnargjald fyri at koma inn á fjørðin.

- Bryggjan á Krambatanga er ikki ein havn, men ein bryggja og tað er hvør sítt, sigur hann. Bryggjan á Krambatanga er sostatt ein landsbryggja inni í eini kommunalari havn, leggur hann afturat.

Tí tvíheldur býráðið um, at Smyril skal betala havnargjald og tað er nú ein spurningur, sum dómsvaldið sleppur at taka støðu til.