Tvørligt hjá suðuroyingum at sleppa av landinum

 Ein skuldi ikki trúð, at nøkur sum helst samskipan var, sigur Jón Næs í Nesi í Hvalba

Ferðaætlan

Ein, sum av álvara fegnast um, at kapping nú verður á flogrutuni ímillum Føroyar og Danmark, er Jón Næs í Nesi í Hvalba.
Hann sigur sum støðan er nú, eru umstøðurnar hjá suðuroyingum at sleppa av landinum, ógvuliga vánaligar.
 So kann eitt nýtt flogfelag geva okkum betri sømdir, skal tað vera vælkomið.
Jón Næs sigur, at tað eru nógvir suðuroyingar í somu støðu sum hann, nevniliga allir teir, ið sigla ella arbeiða uttanlands.
Sum er, flýgur fyrsti flúgvarin til Danmarkar so tíðliga um morgunin, at skulu suðuroyingar við honum, noyðast teir at fara til Havnar dagin fyri og at gista í Havn eina nátt.
Hinvegin flýgur seinni flúgvarin til Danmarkar so seint, at tá er í flestu førum ov seint at fáa fatur á flúgvarum longur út í heim.
 Tað er alt ov langt lop ímillum fráferðirnar úr Føroyum, tí en fráferð er tíðliga á morgni og tann næsta er ikki fyrrenn mitt á seinnapartinum.
 Alt hetta ger, at tað er bæði tvørligt og serliga dýrt hjá suðuroyingum at sleppa av landinum. Skulu vit við fyrrapartsflogarinum mugu vit til Havnar dagin fyri. Skulu vit við seinnapartsflogfarinum, mugu vit til Havnar tíðliga um morginun og ganga og mala í Havn til út á seinnapartin.

Als ongin samskipan
Men annars ásannar hann eisini, at tað er sanniliga ikki bara ferðaætlanini hjá Atlantsflogi, tað er galið við.
 Ein skuldi ikki trúð, at tað var nøkur sum helst samskipan ímillum Strandferðslu og Atlantsflog, tá ið ferðaætlanin verður løgd fyri flogfør, bussar og tyrluna.
Eitt dømi er mikudag. Tá lendir tyrlan úr Suðuroy í Havn klokkan 13.04, men flogrutan hjá Bygdaleiðum koyrir úr Havn klokkan 13. Har eru fýra minuttir, sum gera, at ein suðuroyingur noyðist at taka hýruvogn vestur í Vágar, heldur enn at sleppa við bussinum.
Eitt annað dømi er fríggjadag, tá ið tyrlan úr Suðuroy lendir í Vágum klokkan 14.56. Men flúgvarin flýgur 11 minuttir áðrenn, klokkan 14.45.
Hann sigur, at hann hevur fleiri ferðir gjørt vart við støðuna og at tað í summum førum bara eru heilt smáar rættingar, sum skulu gerast, fyri at umstøðurnar skulu batnað munandi, men tað er sum at sláa í eina dýnu, tí onki hendir.
Hetta heldur Jón Næs vera alt ov galið. Annars heldur hann sum heild, at tað er ov galið, at tyrlan ikki flýgur meiri enn hon ger.
 Hon kann flúgva nógv meiri enn hon ger.Tað er bara ein spurningur um politiskan vilja og fígging, sigur hann.
Hann, at um so ferðaseðlaprísurin við tyrluni úr Suðuroy tvífaldaðist, ivast hann ikki í, at suðuroyingar høvdu brúkt hana, var ferðaætlanin løgd soleiðis, at hon hon passaði saman við flogfari og bussum.