Festival fótbóltur og KÍ eru ikki góðir makkarar. Mikukvøldið tapti besta KÍ liðið 1-0 á heimavølli ímóti B68, og seinnapartin í dag tapti næstbesta KÍ liðið 3-1 á heimavølli ímóti TB.
Stóri spælarin hjá TB var Josef Bassene, sum skoraði øll trý TB málini, og tað vóru ikki hissini mál.
Bara ein lítil løta var farin, tá ið hann eftir gjøgnumspæl í vinstru og út frá sending skoraði fyrsta málið.
Lítla løtu fyri steðgin javnaði KÍ. Málskjútti var Leon Bjartalíð, sum gjørdist leysur, eftir at KÍ hevði fangað TB uppspæl og síðani spældi upp í høgru, diagonalsending í hitt borðið og innlegg.
Tá ið ein tími var farin, legði Josef Bassene TB framum aftur. Hesa ferð var tað við beinleiðis frísparki úr 24 metrum. Bólturin sat heilt uppi í málhorninum.
Tíggju minuttir seinni staðfesti Josef Bassene TB sigurin, tá ið hann eftir innlegg og út frá bólt, dró eitt sindur og uttanvert brotsteigin smekkaði bóltin í málið.