Tvørafólk trýgva ikki uppá samanlegging við vágbingar

Í Tvøroyrar Býráði hava tey lítið álit á, at nakað fer at spyrjast burtur úr samráðingunum um at leggja Vág og Tvøroyri saman í eina kommunu Tað staðfest Tvøroyrar býráð á fundi mánakvøldið, skrivar Sosialurin í dag.

Vágs Býráð og Tvøroyrar býráð hava havt fundir, har tey hava tosað um at leggja kommunurnar saman og fundur verða aftur í næstum.

Men býráðslimir á Tvøroyri hava lítið álit á, at nakað fer at spyrjast burtur úr.

Kristin Michelsen, býráðsformaður, helt, at nú bæði leiðarin á sosialu deild á Tvøroyri og á sosialu deild hjá Vági og Tvøroyri hava sagt upp, var tað eitt gylt høvi at leggja báðar deildirnar saman. Tað hevði eisini ført eina sparing við sær upp á 1,5 millión.

Men tað vildu vágbingar ikki og tí heldur hann, tað er burturspilt at brúka orku upp á hetta.

Aðrir býráðslimir vóru samdir, men hildu kortini ikki, at Tvøroyrar Býráð skuldi vera tann, sum sleit samrðingarnar og tí er býráðið sinnað at møta aftur á fundi

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, hevur áður sagt fyri Sosialinum, at samalegging er ein samlaður pakki og tí hava tey søkt eftir nýggjum leiðara til Sosialu deild, men bara í eitt tíðaravmarkað starv í tvey ár