Tvær vikur fongsulsrevsing fyri hóttanir

Ein maður bleiv í dag dømdur í fongsul í tvær vikur fyri at hótta grannan.

 

Tað var eina náttina í vetur, at maðurin skal hava gjørt tekin til grannakonuna, sum eisini er systkinabarn sítt, um at hann skuldi skera hálsin yvir á henni.

 

Tað hevur í longri tíð verið nakað av stríðið millum grannarnar um ymisk viðurskifti og seinastu tríggjar vikurnar hava trý rættarmál verið í samband við hetta stríðið.

 

Í dag var so ein maður í rættinum ákærdur fyri at hava hótt grannakonuna. Hon hevur fyrr meldað grannan fyri hóttanir, men tá valdi løgreglan bara at geva manninum eina ávaring. Tá hevði grannin videoupptøkur av manninum, har hann tóktist gera tekin til, at hann skuldi skera hálsin av á henni.

 

Tríggjar dagar eftir at hann fekk ávaringina, bleiv aftur galið millum tey. Kvinnan hevði sett hundakløkkarar runt um húsini hjá sær. Hetta eru smá tól, sum geva ljós og ljóð frá sær fyri at styggja hundar. Hon segði, at hetta var fyri at steðga hundunum í grannalagnum, millum annað tann hjá grannanum, frá at gera frá sær runt um hús síni.

 

Hetta kvøldið var sonur mansins farin at biðja kvinnuna um at sløkkja hundakløkkaran. Hon blakaði hann á dyr, men fylgdi aftan á honum, tí hon var bangin fyri, at hann fór at oyðileggja hundakløkkaran, segði hon. Tá er tað, at maðurin skal hava gjørt teknið móti kvinnuni aftur, sum so gjørdi, at hon dagin eftir valdi at melda hann.

 

Maðurin greiddi frá, at hann als ikki hevur ætlað at hótt kvinnuna. Hann játtar, at fyrru ferð gjørdi hann eitt slíkt tekin, førdi tveir fingrar yvir hálsin, men tá var tað tí at hann vildi hava tey at steðga við videoupptøkunum, at kvetta leidningarnar. Hann sigur, at hann eisini segði hetta samstundis, tí hann helt, at tey eisini gjørdu ljóðupptøkur.

 

Seinnu ferðina hevur hann als ikki gjørt slíkt tekin, sigur hann.

- Tað hevði verið reint idioti at gjørt tað, tríggjar dagar aftan á ávaringina, segði hann í rættinum. Hesaferð er eingin videoupptøka, men maðurin sigur, at hann peikaði á videokamera síðani niður á hundakløkkaran og bað tey um at sløkkja bæði.

 

Systkinabarnið og grannin vitnaði í rættinum og segði, at í hennara huga var eingin ivi um, at hann aftur hótti seg.

- Hann stardi at mær, hevði eygnakontakt og dróg fingurin spakuliga tvørtur um hálsin, segði hon. Eitt annað vitni, sum hetta kvøldið var og vitjaði konuna, greiddi frá, at hann eisini hevði sæð mannin gera hetta teknið.

 

Ákæruvaldið helt, at vitnisfrágreiðingarnar og ávaringin frá løgregluni áttu at verið nokk til at dømt mannin. Verjin helt hinvegin als ikki, at so var.

 

Verjin hjá manninum vísti á, at tey bæði vitnini ikki góvu heilt eins frágreiðingar. Hann helt tað eisini vera undrunarvert, um man veruliga kennir seg hóttan eftir lívinum, at man bíðar til dagin eftir við at melda málið, hóast løgreglan kom á staðið sama kvøld.

 

Dómarin valdi tó at festa lít til frágreiðingarnar hjá vitninum og gav manninum fongsulsrevsing í 14 dagar. Dómurin er tó treytaður, tað vil siga, at um hann einki revsivert ger komandi árið, skal hann ikki inn at sita.

 

Maðurin og verjin valdu beinanvegin at kæra dómin inn fyri Eystara Landsrætt.

 

Hini bæði rættarmálini í grannastríðnum eru tikin upp til dóms. Í øðrum er maður konuna ákærdur fyri ólógligar vakmyndaupptøkur. Triðja málið er eitt borgarligt mál millum grannarnar um rættin til at koyra eftir einum atkomuvegi og ein garð, sum annar grannin hevur bygt millum ognirnar.