Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur fingið tvær umsóknir til eykajáttan. Báðar koma frá landsstýrismanninum við almannamálum, Páll á Reynatúgvu.
Ta einu eykajáttanini kann Løgtingið takka sær sjálvum fyri. Løgtingið sýtti nevniliga fyri at seta úr gildi lógina um uppihaldspening. Tað vísti seg at vera trupult at fáa undirtøku í sjálvari samgonguni, og tí tók Páll á Reynatúgvu uppskotið aftur.
Nú noyðist hann aftur fyri at biða um 7,8 milliónir krónur. Málið hevur skund, tí avgerð um stuðul til uppihaldspening, tað er stuðul til teirra, ið gjalda barnapening, verður tikin í juni mánað, og eingin peningur er settur av til endamálið.
Hin eykajáttanin snýr seg um at veita pening til børn við atferðartrupulleikum. Biðið verður um 500.000 krónur til Rókina á Argjum, tí ein royndarskipan við einum bútilboði til ung millum 14 og 18 ár byrjaði fyrst í árinum. Bútilboðið er skipað sum ein samdøgurstovnur, sum umsitingarliga liggur undir Rókini. Rókin er samdøgurstovnur fyri børn við atferðartrupulleikum.
Rókin hevur seinastu árini havt eitt avlop, men grundað á nýggjan leigusáttmála og krøv frá Arbeiðseftirlitinum verður onki avlop til nýggju verkætlanina.