Fyrst varð Ragnar Niclasen hjá 07 Vestur vístur av vøllinum, tá hann eftir góðan hálvan tíma hevndi seg inn á mótstøðuleikara. Góðan hálvan tíma eftir hetta, altso tá liðini høvdu spælt nakað meiri enn ein tíma, misti AB ein mann, tá Jobin Drangastein fekk gult kort fyri aðru ferð.
Annars var talan um ein ógvuliga linligan dyst, har lítið spennandi hendi. Størsta møguleikan átti Jens Erik Rasmussen, men royndi maðurin tapti innanhýsis dystin við Tórð Thomsen, tá málverjin, ið er 18 ár yngri enn Jens Erik, vardi fyri brotssparkinum.
Eftir útvísingina og misnýtta brotssparkið sást tó einki til, at heimaliðið var undirmannað.
Móti dystarenda og eftir at AB hevði fingið ein mann útvístan, vóru onkrar hálvvandamiklar støður í brotsteiginum hjá 07 Vestur. Tó ongantíð so vandamikið, at bólturin fór í málið.
Tískil endaði dysturin 0-0 ? eitt úrslit, sum hvørki heimaliðið ella gestirnir fáa brúkt til nakað serligt.
07 Vestur er nú trý stig aftanfyri KÍ, sum jú vann í kvøld, meðan AB er trý stig frammanfyri ÍF og niðurflytingarmarkinum.
07 Vestur ? AB 0-0 (0-0)










