Tvær stevnur á Skálafjørðinum samstundis

Róðrarsamband Føroya hevur lagt nýggju Fjarðastevnuna, sum hesaferð verður á Strondum, sama vikuskiftið, sum Eystanstevnan er í Runavík.
<DPTAB>    Hóast fólk á vesturarminum á Skálafjørðinum hava mótmælt hesum og hava havt uppskot um tvey onnur vikuskifti, hevur Róðrarsambandið ikki verið at tosað við


Tá ið fólk á Skála og Strondum í fjør heyst frættu, at Róðrarsamband Føroya hevði ætlanir um at skipa eina nýggja FM-stevnu aftrat, lótu tey ikki hendan møguleikan fara aftur við borðinum. Tey fýra feløgini á Skála og Strondum, Skála Ítróttarfelag, Róðrarfelagið á Skála, StÍF og Strálan, høvdu ein felags fund í november í fjør og eftir fundin, sendu tey skriv til Róðrarsambandið, har tey bjóðaðu seg fram at skipa fyri hesi stevnu.
Úrslitið, sum spurdist burtur úr hesum, er Fjarðastevnan, sum nú annaðhvørt ár verður á vestara armi á Skálafjørðinum og annaðhvørt ár í Vestmanna.
Óheppið val


Tá ið tað gjørdist greitt, at Róðrarsambandið hevði lagt hesa stevnu júst sama vikuskiftið, sum Eystanstevnan verður hildin í Runavík, hava feløgini á vestara armi mótmælt hesum, tí tað er óheppið, at tvær stevnur eru á Skálafjørðinum samstundis.
Í Runavík eru tey sjálvsagt eisini hørm um hesa avgerð og hava hug at halda, at tað eru feløgini á vestara armi, sum vilja kroysta eina stevnu niður hinumegin fjørðin, samstundis sum regluliga stevnan er í Runavík.
Men soleiðis hongur tað ikki saman.
Á vestara armi havi tey ikki bara mótmælt hesum. Tey hava eisini havt uppskot um tvey onnur vikuskiftir, har tey halda, at stevnan kundi ligið.
Í fyrsta lagi hava strandingar og skálafólk víst á, at Vestanstevnan kundi verið eina viku seinni enn ætlað, soleiðis at Fjarðastevnan kundi verið tað vikuskiftið, ið Vestanstevnan er. Í øðrum lagi hava tey víst á, at Fjarðastevnan kundi ligið tvær vikur fyri ólavsøku.
Men bæði hesi uppskotini eru feiðað av borðinum av Róðrarsambandinum ? uttan, at strandingar og skálafólk rættiliga vita hví.
Á Strondum og Skála vildu tey helst, at Vestanstevnan varð flutt eina viku, tí tvær vikur fyri ólavsøku er eisini stevna í Gøtu. Men har er so eingin kappróður at taka hædd fyri.
Nú Fjarðastevnan og Eystanstevnan liggja sama vikuskiftið, ber ikki til at hava kappróður á Eystanstevnu, sum tað annars plagar at vera.
Avgerðin hjá Róðrarsambandinum setir tískil báðar "armarnar" á Skálafjørðinum upp ímóti hvørjum øðrum.
Sum skilst, hava strandingar og skálafólk roynt tað, tey hava kunnað at fáa Róðrarsambandið at skipa so fyri, at stevnurnar báðar ikki verða sama vikuskiftið.
Men tað hevur so verið til fánýtis.
Undarligt kann tað tykjast, at tá ið stevnan verður í Vestmanna komandi ár, er einki til hindurs fyri, at hon ikki liggur sama vikuskiftið, sum Eystanstevnan er í Runavík?