Tvær slíkar lastir við tunnilsútgerð

Umboð fyri NCC sigur, at eitt farmaskip aftrat - við júst somu útgerð - fer úr Noregi um ein mánaða.

Byrjanin til stóru tunnilsverkætlanina millum Skálafjørðin og Hvítanes nærkast nú við stórum fetum. Tað var sjón fyri søgn í Runavík seint í gjárkvøldið.

 

Tá kom farmaskipið Eystnes hjá Smyril Line á Runavík við stórum maskinum av ymiskum slagi, sum skulu brúkast í tunnilsverkætlanini.

 

In.fo var ein túr eftir bryggjuni, tá skipið var komið. Portrið á Eystnesi stóð opið, og her sást, at dekkið at síggja til var fult av stórum maskinum og ymiskari útgerð.

 

Eitt umboð fyri NCC segði á einum video-filmi, tá útgerðin varð koyrd umborð á Eystnes í Drammen í Noregi, at her vóru 700 tons av útgerð, og harímillum eisini boriútgerð og goymsla til spreingievni.

 

Uppi á dekkinum á Eystnesi stóðu bingjur, sum skulu setast upp á Strondum til bústaðir hjá arbeiðsfólk, sum skulu verða við í tunnilsverkætlanini.

 

Umboðið fyri NCC segði, at eitt farmaskip aftrat fer úr Noregi um umleið ein mánaða, og tað skipið fer at hava júst somu útgerð og somu nøgd við til hesa verkætlan.

 

Hann segði, at borað verður í báðum endunum - á Strondum og á Hvítanesi, og soleiðis er hugsandi, at júst sama útgerð verður á Hvítanesi, sum nú skal yvir á Strendur.