- So havi vit fingið staðfest, at núverandi samgonga hevur eitt líka lítið hjartað sum fyrrverandi samgonga. Spurningurin er, um tað kanska ikki er so einfalt at oyramerkja, hvør veruliga hevur tørv á eyka ískoyti.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og núverandi løgtingsmaður á sínari Facebook-síðu í kvøld.
- Nei, hetta er ikki ein so løtt uppgáva. Tað fingu vit staðfest, tá arbeitt varð við eitt nú familjuískoyti. Hetta er ein sera kompleks avbjóðing, sum eingin einføld loysn er á. Tað hava hini norðurlondini eisini staðfest.
Fyrrverandi løgmaður leggur aftrat, at sjálvandi hava øll ta ábyrgd, at so fá sum gjørligt - og allarhelst eingin - dettur niður ímillum.
- Hetta gera vit best við ikki at bólka fólk upp í stór og smá hjørtu, heldur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann vísir á, at tá henda samgongan tók við, vísti tað seg eisini at vera sera trupult at gera eitt uppskot út frá heitinum "fátækraváði".
- Men, til endans tóku øll undir við einum uppskoti um familjuískoyti, sum er ein dropi í havinum í mun til samlaðu avbjóðingina, sigur fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen í kvøld.