Tvær Orfeuskonsertir

Tíðindaskriv frá Norðurlandahúsinum

Nú verður so aftur Orfeus á skránni. Hetta verður sostatt fyrstu Orfeuskonsertirnar í hesum árinum.
Í februar verða tvær konsertir. Tann fyrra 12. februar 2002 kl. 19.30 í Ósáskúlanum í Klaksvík og hin seinna mikudagin 13. februar 2002 kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum.
Til hesar báðar konsertirnar fara tey bæði Hege Waldeland og Jóhannes Andreasen at spæla. Hege Waldeland er svensk og spælir upp á cello, og Jóhannes Andreasen fer at spæla upp á klaver.
Skráin fyri bæði kvøldini verður ein klassisk skrá.
Hege Waldeland hevur nakrar ferðir spælt við í bólkinum Aldubáruni bæði í Føroyum og uttanlands. Men hesaferð fer hon fyri fyrstu ferð at hava sjálvstøðuga konsert í Føroyum.
Annars hevur Hege Waldeland spælt sum solistur í mongum londum og hevur mangan fingið framúrskarandi ummæli fyri spæl sítt. Hon hevur í nógv ár verið celloleikari í Sjællands Symfoniorkester. Hon undirvísir annars í cellospæli á Tónlistaháskúlanum í Malmö og spælir fast í Athelasbólkinum.
Hege Waldeland og Jóhannes Andreasen fara at spæla verk eftir m.a. Beethoven og Chopin.
Atgongumerki til konsertirnar fáast við dyrnar.