Høvuðsevnið á ráðstevnuni hesaferð var heilsustøðan hjá harðskapsraktum kvinnum. Og sambært Bjørg Jacobsen, sum er skrivari hjá Javnstøðunevndini, er heilsustøðan milt sagt einki at reypa av.
- Innsavnað og viðgjørd hagtøl gjøgnum fleiri ár prógva ferð eftir ferð, at harðskapur í heiminum skapar djúpt traumatiseraðar kvinnur, sum alt eftir, hvussu umfatandi harðskapurin er hava ilt við at fóta sær aftur í samfelagnum, hóast tær eru so hepnar koma sær burtur úr harðskapinum. Nissan er nevniliga ikki so at sleppa av við. Ofta stinga stórir trupulleikar seg upp, eitt nú tunglindi, vantandi sjálvsálit og sjálvsvirðing, sálarligir og sosialir trupulleikar. Tað krevur langa tíð og nógv tilfeingi at byggja seg uppaftur, og verri enn so allar kvinnur makta hesa uppgávu einsamallar, greiðir Bjørg Jacobsen frá, á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini.
Ymisk sløg av harðskapi
Og hon lýsir harðskap soleiðis, at hann kann fevna um kropsligan, sálarligan, materiellan, fíggjaligan harðskap og talan kann eisini vera um hóttanir, neyðtøku og insest. Materiellur harðskapur er, tá maðurin brýtur ting og ognir, og fíggjarligur harðskapur er, tá annar parturin tekur ræðið á inntøkuni ella pengabrúkinum hjá hinum ella noyðir viðkomandi at stovna skuld.
Børnini harðast rakt
Ikki bara kvinnurnar líða undir harðskapinum; eisini børnini verða hart kanska enn harðari rakt, sigur Bjørg, sum vísir á, at øll gransking vísir, at børn, sum vaksa upp í harðskapsraktum heimum, eru í munandi størri vanda fyri at enda í somu støðu sum vaksin.
- Mynstrið endurtekur seg við, at tey antin sjálvi fara at brúka harðskap sum samskiftisamboð, ella tey rena seg líkst í føvningin á einum, sum fyrr ella seinni smyr tey av so ella so, sigur hon og vísir á eitt ítøkiligt dømi, sum kom fram á ráðstevnuni.
- Eitt livandi dømi var Odile Poulsen, sum luttók á ráðstevnuni. Odile Poulsen er rithøvundi og yvirlivari av incest og prostitutión, sum hon valdi at kalla seg. Hon rúnarbant allan salin við at fortelja um barndóm sín, sum førdi hana út í prostitutión, og hvussu nógva orku hon hevði brúkt til at koma sær burtur úr trupulleikunum og liva eitt nøkulunda normalt lív, sigur Bjørg.
Høgur prísur
Og Bjørg heldur fram, við at greiðia frá um aðrar avleiðingar, sum standast av harðskapi móti kvinnum.-
- Umframt menniskjasliga prísin, sum er trupul at máta, hevur harðskapurin stórar fíggjarligar avleiðingar. Katarina Weinehall á Umeå Universitet í Svøríki førdi fram á ráðstevuni, at hvør einstakur maður, sum nýtir harðskap móti konuni/sambúgvanum/børnunum, kostar svenska samfelagnum heilar 2,5 mió. svenskar kr. Henda upphædd verður brúkt til at rætta upp á fylgjurnar hjá ofrunum, tá læknar, sjúkrasystrar og heilsustarvsfólk annars, sálarfrøðingar, terapeutar, pedagogar, sosialráðgevarar, skrivstovufólk, juristar, politi og mong onnur verða sett í sving, ofta yvir eitt langt tíðarskeið. Sostatt eru allir samfelagsborgarar við til at fíggja harðskap hjá (summum) monnum og í ráðstevnuniðurstøðuni verður retoriskt spurt: vilja vit framvegis tað?
--
FAKTA:
Ráðstevnan Nordiske Kvinder mod Vold varð hildin fyri 13. ferð í ár, og hesa ferð í Føroyum vikuskiftið 25-27. august. 170 luttakarar úr Svøríki, Noregi, Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi vóru við. Luttakararnir umboðaðu ymsar stovnar og felagsskapir, sum arbeiða ímóti harðskapi í familjum.