Nú er greitt, hvørjar kappingarnar verða í Atlantic Giant styrkikappingini, sum verður hildin á ólavsøku.
Í »Log lift« skal ein træbulur, ið vigar 115 kilo, lyftast so ofta upp um høvd sum gjørligt í 75 sekund.
»Deadlyft« er ein avbjóðing, har ein stong skal lyftast frá jørðini og upp. Byrjað verður við 300 kilo, og síðani verða 20 kilo løgd afturat so hvørt. Luttakararnir hava fýra royndir í part.
Kappingin »Stones« snýr seg um at lyfta 5 rundar steinar. Steinarnir viga 140, 150, 170 og 180 kilo, og teir skulu lyftast upp á ein platt innan 75 sekund.
»Millwalk« er at ganga runt við eini stong, har eini 400 kilo hanga uppi í.
Í »Wheel wip« skulu teir sterku menninir koppa einum dekki, ið vigar 300 kilo, átta ferðir runt so skjótt sum gjørligt. Her kappast tveir samstundis.
Í »Deadlift hold« skulu tedir lyfta 500 kilo, og síðani halda teimum so leingi sum gjørligt.
Seinasta kappingin kallast »Carry and Drag«,og her skulu tríggir kaggar setast í eina sleðu, sum síðani skal sleipast 25 metrar. Her kappast tveir samstundis.
Altjóða góðkend
Tað verða átta sterkir menn, sum fara at kappast í Atlantic Giant. Regin Vágadal vann kappingina í fjør, og hesaferð fær hann kapping frá Janne Virtanen, sum er heimsins sterkasti maður, Hugo Girard, René Minkwitz, Jaroslaw Dymek, Zydrunas Savickas, Laszlo Fekete og Jón Valgeir Williams, sum kemur í staðin fyri íslendska landsmann sín, Tórfi Ólafson, sum er skaddur.
Dómarar eru Jamie Reeves úr Bretlandi og Ilkka Kinnunen úr Finlandi. Teir umboða eisini IFSA, sum er altjóða sambandið hjá sterkum monnum.
Kappigin á ólavsøku er altjóða góðkend av IFSA, og er eisini ein IFSA Grand Prix kapping.
Kappingin verður á ovara vølli í Gundadali 28 juli kl. 19.15. Tvær tær fyrstu kappingarnar verða tó á økinum, har standmyndin av Nólsoyar Páll stendur, og tær verða 28. juli kl.12.00.
Atongumerki fáast í forsølu á Kunningarstovuni í Havn, og selt verður eisini, tá kappingin byrjar.