Tvær nýggjar bussrutur

Tann 1. januar byrja tvær nýggjar bussrutur í Tórshavnar kommunu.

 

Kollafjarðarleiðin, sum hevur fingið heitið Leið 5. Koyrt verður soleiðis: Farstøðin - R.C.Effersøesgøta - Hvítanesvegur -Sandvíkarhjalli - Kollafjørður, har koyrt verður eftir bygdavegnum, frá býlinginum Langasandur til Kjalnesar, og síðani eftir landsvegnum til Norðuri í Sundum. Síðani eftir bygdavegnum til býlingin Langasandur - Sandvíkarhjalli - Hvítanesvegurin - R. C. Effersøes gøtu - Farstøðin.

Fyrsti túrurin gerandisdagar verður koyrt gjøgnum Vesturbýin, tá komið er aftur úr Kollafirði.

Minni bussur kemur at koyra til Signabø og Oyrareingir, yvir til høvuðsvegin í sambandi við leiðina.

Til tann 20. januar, tá koyrandi er aftur eftir Marknagilsvegnum, verður koyrt eftir Svalbardsvegnum og Landavegnum, í sambandi við fyrsta túrin gerandisdagar.

Leið 6 Verður broytt soleiðis, at koyrt verður:

Farstøðin - Steinatún - Landssjúkrahúsið - Argja skúli - Hamaran á Argjum - Argja skúli - Tekniski skúlin - Handilsskúlin - Norðurlandahúsið - rundkoyringin á Hálsi - Studentaskúlin - Mjólkavirkið - á Flat - Berjabrekka - rundkoyringin á Hálsi - tyrlupallurin Yviri við Strond - Farstøðin.

Til tann 20. januar, tá koyrandi er aftur eftir Marknagilsvegnum, verður koyrt eftir Landavegnum og Svalbardsvegnum.

Ferðaætlan: Arbeitt verður við at gera eina nýggja ferðaætlan, sum umfatar allar leiðirnar hjá bussleiðini í Tórshavnar kommunu, t.e. leið 1, 2, 3, 4 (Kaldbak), 5 (Kollafjørð), 6 (nýggja leiðin í Havn), og verður henda ferðaæltan væntandi liðug, soleiðis at hon kann koma út 1 februar.

Lýsing av nýggju leiðunum: Nýggju leiðirnar verða lýstar í hesi vikuni, í bløðunum, í bussunum, kiosk Steinatún og í Snarskivuni.