Tvær milliónir meiri í skatti í Suðuroy

Felags fyri tær sjey kommunurnar í Suðuroy er, at tað fyrra hálvár í ár eru runnar fleiri skattakrónur í kommunukassarnar, enn tað gjørdu fyrra hálvár í fjør.

Í smæstu kommununum – í Hovi og Fámjin – hevur lutfalsligi vøksturin verið størri enn nakra aðra staðni í landinum. Í krónum var vøksturin størstur á Tvøroyri – 738 túsund krónur – og hann var eisini stórur í Vági – 411 túsund krónur – og í Porkeri, har lutfalsligi vøksturin var 6,58%, sum svarar til 252 túsund krónur.

Tilsaman rindaðu suðuroyingar fyrra hálvár 2012 stívliga tvær millióir meiri í kommunuskatti, enn teir gjørdu fyrra hálvár í 2011.

Mánadagin var farið til arbeiðis á nýggja uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri. Tað átti at borga fyri, at talan ivaleyst fer at verða um uppaftur hugaligari skattatøl, enn tey longu vísa seg at vera, tá ið tað eftir ársskiftið fer at verða gjørt upp fyri 2012.