B36-TB 5-1 (1-0)
Tvørámenn hava í ár sett sær fyri, at nú skal besta lið teirra aftur upp í fyrstu deild at spæla, og eitt nú kundi leiguavtalan við Óla Johannesen eisini bent á, at nakað er um prátið hjá teimum.
Tað skal tó beinanvegin sláast fast, at um tvørámenn skulu gera sær nakrar vónir í so máta, er alneyðugt at teir vísa meira sannførandi spæl, enn talan var um leygardagin.
Steðgaði uttan Óla
Næstbesta liðið hjá havnarmonnum vann nevnliga stórsigur á tvørámonnunum, og hóast tað ikki var fyrr enn seinasta korterið ella so, at ballónin skrædnaði, so mundi tað eftir dystin ikki vera stórvegis ivi um, at rætta liðið hevði vunnið.
Teir á heimaliðnum løgdu bragdligari fyri, og longu eftir átta minuttum hevði Rógvi Róin lagt B36 fram um.
Ein hin størsta orsøkin til yvirvágina hjá heimaliðnum mundi verða, at Klæmint Matras hevði fingið til uppgávu at mansverja Óla Johannesen, og hesin liðurin av spælskipanini eydnaðist sera væl. Landsliðsmaðurin, sum enn ikki tykist vera komin rættuliga fyri seg eftir skaðan, varð hildin í sera stuttum tjóðri allan fyrra hálvleik, og hetta darvaði spælinum hjá TB almikið.
Hóast B36 sostatt hevði gott tak á, so fingu teir ikki næsta málið fyrr enn tíðliga í seinna hálvleiki, tá Håkon Lundholm, sum spældi ein heilt góðan dyst, setti bóltin í netið. Nakað seinni eydnaðist tað Einari Petersen at minka um munin, og líkt var tí til, at nakað av spenningi kortini skuldi koma í dystin.
B36 hevði tó framhaldandi tamarhald á, og avgerðin fall, tá 18 minuttir vóru eftir at spæla. Håkon slapp púra leysur móti málinum, og tá hann dróg framvið málverjanum, vórðu beini tikin undan honum. Brotsspark og reytt kort til málverjan, og tá Karl Leonsson var ósvikaligur frá 11 metra-blettinum, var so at siga alt avgjørt.
Seinastu løtuna kundi Håkon Lundholm og Johnny Samuelsen staðfesta sigurin.
Nógv skal betrast
Hóast greiða ósigurin, so kunnu tvørámenn kortini ikki avskrivast í uppflytingartosinum enn. Nógvir dystir eru framvegis eftir at spæla, men sum nevnt í byrjanini, so skal annað spæl finnast fram, um teir ætla sær í fyrstu deild, fyri ikki at tosa um, at verða verandi í bestu deildini, um teir nú koma so langt.
Kanska er eitt sindur torført at meta um styrki teirra, nú fleiri mans eru úti við skaðum, men støðan verður neyvan betri, tá Óli Johannesen fer av aftur landinum. Um TB tá fær annan leikara í hansara stað, má tíðin so vísa.
B36-Sumba 5-1 (1-0)
1-0 Rógvi Róin
2-0 Håkon Lundholm
2-1 Einar Petersen
3-1 Karl Leonssen
4-1 Håkon Lundholm
5-1 Johnny Samuelsen
Dómari: Tummas Pauli Olsen