Tvær kvinnur umboða Grønland

Grønlendingar valdu tvey nýggj umboð á Fólkatingið í gjár.

Ein orsøkin til hetta er, at teir báðir undanfarnu fólkatingslimirnir ikki stillaðu upp aftur.

Sambært grønlendska útvarpinum í morgun varð Doris Jakobsen (myndin) vald fyri Siumut-flokkin.

Hon hevur verið í politikki í níggju ár, hevur sitið á tingi og í býráði í Nuuk, og hevur enntá sitið eitt skifti í landsstýrinum.

Hin grønlendska kvinnan í danska fólkatinginum er 32 ára gamla, Sara Olsvig úr Inuit-flokkinum.

Hennara politiska leið er munandi styttri enn hon hjá Doris. Tað eru bert átta mánaðir síðani hon avgjørdi at fara uppí politikk. Hon er tó kend við politiskt arbeiði, tí hon hevur verið í starvi hjá Norðuratlantsbólkinum.

Úr Grønlandi verður tíðliga í morgun sagt, at valluttøkan var "katastrofal" lág. Og tað er serliga hetta sum hevur rakt hinar báðar størru flokkarnar í Grønlandi - Atassut og Demokratarnar.