Tvær kaldar nætur í væntu

DMI boðar frá -10 stigum sunnunáttina

Fleiri lítil lágtrýst ferðast spakuliga í ein norðan og fara framvið eystan fyri Føroyar, meðan køld luft við kavaælum streyma inn yvir okkum. Um vikuskiftið vikna lágtrýstini og ein veikur hátrýstsryggur fer framvið av vestri. Sunnukvøldið nærkast veik brúgvaløg Føroyum av vestri og útsynningi. Fyrst í næstu viku fer aftur ein veikur hátrýstsryggur framvið, og síðani fylgir væntandi eitt brúgvalag við nógvum avfalli mikunáttina.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av norðri ella útnyrðingi, 6 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt kavaæl og hitin millum frostmarkið og 3 stig. Um náttina lutvíst klárt og okkurt kavaæl, og hitin millum fimm kuldastig og frostmarkið, í støðum eitt sindur kaldari.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum fer í ein vestan og minkar í lot til andøvsgul, um kvøldið av ymsum ættum, undir 5 m/s. Út á náttina fer hann í ein landsynning og veksur vindin í lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin um dagin millum 3 kuldastig og 2 hitastig. Hitin um náttina millum 5 kuldastig og frostmarkið, í støðum niður í 10 kuldastig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 4 til 8 m/s, um náttina av landnyrðingi. Sólglottar, men okkurt æl, lutvíst vátaslettingur ella kavi, um kvøldið og náttina meiri skýggjað og stundum kavi ella vátaslettingur. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina millum 4 kuldastig og 3 hitastig, móti morgni eitt sindur heitari.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av norðri, 4 til 8 m/s, um náttina minkar hann vindin í eitt lítið lot av ymsum ættum, sum frá líður lot til gul av landnyrðingi, 2 til 5 m/s. Fyrst skýggjað og møguliga okkurt æl, men sum frá líður klárar í og sólin sær. Hitin verður millum 1 og 5 hitastig. Um náttina klárt og hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig, í støðum niður í 8 kuldastig.

 

Týsdagin

Hann snarar vindin í ein landsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, um náttina eitt skifti strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, seinni makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi. Fyrst sólglottar, men sum frá líður skýggjað og út á áttina vátaslettingur ella regn. Hitin millum 3 og 6 hitastig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin minkar í gul til stívt andøvsgul, 4 til 9 m/s. Um náttina veksur hann vindin av landsynningi, í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s. Tað klárar í, onkrir sólglottar, men møguliga okkurt æl, um náttina meiri skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina niður móti frostmarkinum í støðum.