Í gjár vórðu tvær grindir hildnar til. Onnur varð hildin til í Havn og hin í Sandavági. Í Havn var talan um eina lítla grind á 38 hval. Grindin í Sandavági var væl størri enn tann í Havn, og har løgdu 135 hvalir beinini.
Grindin í Havn varð býtt í 1009 drápspartar. Hon taldi 282 skinn, sum so bleiv til 0,25 skinn í part. Í Sandavági vóru tað 700 drápspartar, sum bleiv til eitt stórt skinn í part. Tilsamans vóru 1,059 skinn.
Bæði drápini gingu væl, sambært grindaformonnum. Í Havn tók drápið einans fýra minuttir, meðan tað í Sandavági tók um 12 minuttir.
Sí myndirnar niðanfyri, har skorið verður upp í Havn.










