Tvær fjórðingsfinalur í Firmakappingini hjá FM1 hósdagin

Auto Service og Magn kappast klokkan 15.10 og Runavíkar kommuna og Vinnuhúsið kappast klokkan 15.30

Sjey fyritøkur/stovnar eru eftir í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1.

Tær eru Betri Pensjón, KJ, Runavíkar kommuna, Magn, Vinnuhúsið, Spekt og Auto Service.

Fjórðingsfinalurnar vera avgreiddar soleiðis: 

4. mars: Auto Service-Magn klokkan 15.10 og Runavíkar kommuna-Vinnuhúsið klokkan 15.30. 

11. mars: KJ-SPEKT klokkan 15.10. Betri Pensjón trekkir sum sjeynda liðið frípláss til hálvfinalurnar.

Hálvfinalurnar vera avgreiddar 18. mars og sjálv finalan í Firmakappingini verður avgreidd 25. mars.

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum 25. mars vinna tveir flottar vinningar.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Øll kunnu hoyra Firmakappingina HER