Bæði U15 og U17-landsliðini hjá dreingjum hava spælt seg í finaluna í Aberdeen Football Festival, har tey hava tikið lut seinastu vikuna. Finalurnar verða á skránni í morgin, tá U15 spælir klokkan 13. U17-liðið spælir sína finalu klokkan 15. Føroysa U17-liðið hjá kvinnum hevur eisini tikið lut í kappingini. Í bólkaspælinum stóðu tær seg somikið væl, at tær skuldu spælt finalu. FSF gjørdi tó av undan ferðini, at talan eisini var um venjingarlegu, og tí eru nakrar av kvinnunum eldri enn tað, sum loyvt er í kappingini. Og undan kappingini varð avtala tí gjørd um, at føroyska liðið ikki kundi verða partur av eini møguligari finalu.









