Tvær ferðir so stórt avlop sum í fjør

Yvirskotið hjá BankNordik verður størri í ár enn tey annars hava sett sær sum mál

Hesar fyrstu níggju mánaðirnar í ár hevur BankNordik havt framgongd allastaðni aftur ímóti í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Í eini fráboðan í morgun sigur bankin, at fyri skatt er úrslitið 286 milliónir teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár og tað er tvær ferðir so nógv sum tað var í fjør, tá ið tað var 143 milliónir, og av tí sama vænta  tey eisini, at tá ið alt árið er gjørt upp, fer úrslitið at vera betri enn tey høvdu sett sær sum mál. Tey høvdu sett sær sum mál, at nettoúrslitið í ár fór at liggja ímillum 190-240 milliónir, men hava tey hækkað tað til 240- 280 milliónir.

 

– Tað gongur væl í Føroyum, og tað sæst eisini í roknskapinum hjá BankNordik. Inntøkurnar eru hækkaðar, og vit kunnu staðfesta, at øll okkara virkisøki standa seg væl. Vit síggja framgongd í bankavirkseminum, tryggingarvirkseminum og í ognarsøluni, og tað eru vit væl nøgd við,  sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

 

Rentuinntøkurnar eru framvegis ein avbjóðing, tí rentan er so lág, men hesum vigar hóvligi útlánsvøksturin upp ímóti. Sostatt eru inntøkurnar frá føroyska virkseminum hækkaðar fýra prosent ársins fyrstu níggju mánaðir samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 

 

Virksemið hjá dótturfeløgunum hjá BankNordik hevur eisini roynst væl higartil í ár. Kappingin á føroyska tryggingarmarknaðinum er hørð, men hóast hetta eru inntøkurnar hjá Trygd vaksandi. Úrslitið áðrenn skatt er fýra milliónir teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár, samanborið við 11 milliónir í sama tíðarskeið í fjør.

 

Trygd hevur goldið 55 milliónir í skaðaendurgjøldum, samanborið við 42 milliónir í sama tíðarskeið í fjør. Samstundis hevur Skyn selt metnógvar ognir í ár, og alt bendir á, at 2018 verður eitt uppaftur betri ár enn 2017, sigur bankin.

Útlánini hjá bankanum hækkaðu úr 9,5 milliardum teir fyrstu níggju mánaðirnar í fjør til 10 milliardir og innlánini eru hækkað úr 13 milliardum upp í 13,2 milliardir